UM AMPLEXA GENETICS

Amplexa Genetics varð stovnað í 2006 og er sostatt ein av heimsins longstvirkandi, privatu, klinisku ílegustarvsstovum. Felagið er føroyskt, við starvsstovum bæði í Danmark og Føroyum. Felagið hevur frá fyrstan tíð verið slógbrótandi innan sølu av ílegukanningum. Felagið strembar beinstevnt eftir at veita kanningar við høgari góðsku og at gera kanningar, sum eru til gagns fyri tann einstaka.
MISSIÓN
Okkara starvssetningur (missión) er at útvega vitan, sum kann hjálpa tí einstaka at taka avgerðir. Hvørt tú ert einstaklingur ella í samband við títt yrki so hjálpa okkara kanningar tær í familju samanhangi ella hvussu tú best velur viðgerð.

VISIÓN
Okkara visión er at menna okkara støðu sum ein altjóða viðurkendur samstarvsfelagi og útvegari av nýtuligum genetiskum kanningum.

VIT BYGGJA Á EITT STERKT YRKISLIGT OG VÍSINDALIGT GRUNDSTØÐI

Amplexa Genetics hevur, saman við viðurkendum og høgt virdum vísindaligum serfrøðingum, ment fleiri enn 100 ymiskar kliniskar genetiskar kanningar. Hesar kanningar eru innan økini nevrologi, endokrinologi, kardiologi og onkologi.

Tær kanningar sum vit gera umfata allar týðandi ílegur har vísindalig prógv eru fyri sjúku-avleiðingunum av teim einstøku mutatiónum í ílegunum.

Amplexa Genetics hevur eitt sterkt toymi av serfrøðingum við kunnleika innan fyri genetik og genetiskar kanningar og
                                                       eri hesi til taks við ráðum og hjálp til tulkingar av sjáldsomum ella truplum mutatiónum.
NÚTÍMANS TØKNI
Amplexa Genetics nýtir tað besta og mest nútímans innan genetiska tøkni. Felagið er við á fremstu røð innan gransking og hevur ein dagførdan hóp av tólum til Single Cell Sequencing, Expression profiling, Real-time PCR, Next Generation sequencing (NGS) og vanliga Sanger Sequencing.

VIT TAKA SAMFELAGSLIGA ÁBYRGD
Amplexa Genetics velur hvørt ár at stuðla tveimum ymiskum felagsskapum sum royna at bøta um viðuskifti í heiminum.
Gjøgnum fleiri ár, og aftur í ár, hava vit valt at stuðla Dansk Flygtningehjælp. Fólkaflytingar hava frá aldartíð tillaga okkum til                                                            tey menniskju vit eru í dag og í løtuni fyrigongur stór fólkflyting sum óvilja flýggjan undan neyð, kríggi og vanlukku. Vit vilja                                                            gjarna hjálpa hesum fólkum til eitt betri lív.

Vit hava somuleiðis valt at stuðla felagsskapinum Danske Hospitalsklovne. Hesin felagsskapur hjálpir børnum, sum er eru innløgd til viðgerð soleiðis at sjúkrahússteðgurin verður so tryggur og jaligur sum gjørligt.

ADVISORY BOARD

Rikke Steensbjerre Møller, Cand.scient, Ph.d

Head of genetic research, Danish Epilepsy Center Filadelfia, Dianalund

 

Deb Pal, MD, Ph.d, MRCP

Professor of Pediatric Epilepsy, King's College London

 

Henriette Roed Nielsen
Clinical geneticist. Medical Director European Sperm Bank

Steen Broch Lauridsen
Biologist, IVF-South

Amplexa Genetics samstarvar við fleiri enn 100 altjóða viðukend sjúkrahús, starvsstovur og læknar har vit stremba eftir at lata úr hondum tað bestu møguligu fakligu tænastuna.